Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-38
Leyp
- prát og spæl, meðan vit læra
Innihald: 
Lýsing av Leyp 1, ið er undirvísingartilfar ætlað at styrkja samskifti. Undirvísararnir leggja fram ástøði um at ogna sær mál, samskifti og læring og knýta hesi at ítøkiligum undirvísingarstøðum, og hvussu Leyp 1 tá kann brúkast.

Hvat er Leyp?
Leyp er sett saman við arbeiðshefti, QR-kodum, spølum og alskyns uppgávum.
Tilfarið er lætt at arbeiða við og her er alt samlað: Tekstur, myndir, lurtifatan og harumframt ein røð av spølum og venjingar og eyka tilfar finst talgilt. 
Tilfarið er ætlað at hjálpa teimum, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál, at samskifta. Støðið er áðrenn A1 - A1. 
Viðgerð og kjak um skrivligu uppgávurnar, sum luttakararnir hava fingið frammanundan. Komið verður eisini inn á skrivididaktisk rák og ítøkilig uppskot til undirvísingina. At enda verður eisini kunnað um NordUng-verkætlanina og dagføringina av kanon í dansklærugreinini.

Arbeiðshættir:
Framløgur og bólkaarbeiði.

Málbólkur: 
Lærarar, ið undirvísa í FSA, og lærarar, ið vilja menna evni at brúka málið ítøkiliga í undirvísingini.

Tíð:
Umleið 6 tímar.

Fyrireiking: 
Luttakararnir skulu kunna seg um Leyp 1.

Undirvísing: 
Andriása Dam Joensen, rithøvundur og verkætlanarfólk í Námi. 
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen. Cand.Mag. í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum, M.A. í donskum sum annaðmál, diplom í Fyrireikandi Vaksnamanna Útbúgving, lærari og próvhoyrari í FSA. 

Tilmelding:
Skúlin setir seg í samband við Nám á skeid@nam.fo, um áhugi er fyri einum skeiði á skúlanum.