Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1819-541
Náttúran hevur nøvn - hvat kunnu vit finna á sjósavninum?
Lívfrøði í sjógvi og fjøru
Endamál: Endamálið er at kunna lærarar um møguleikarnar, sjósavnið hevur at bjóða í lærugreinunum heimstaðarlæru, náttúru og tøkni og lívfrøði, alis- evnafrøði.
Innihald: Ítøkiliga innihaldið verður greining av lívverum, túrur í fjøruna, sansa lívfrøði, útgreina form og funktión hjá tarum, ryggleysum dýrum og fiskum. Vísa á variatiónina í liviumstøðum í fjøruni í Sandagerði s.s. beltisskipan (zonering) og brim og kyrra (exponering).
Skeiðssnið: Fyrilestur, royndir/túr í fjøru, bólkaarbeiði og framløgur.
Málbólkur: Lærarar í fólkaskúlanum við áhuga fyri náttúru.
Fyrireiking: Kenna undirvísingartilfarið um føroya náttúru í lærugreinunum heimstaðarlæra, náttúru og tøkni og lívfrøði/evna - og alisfrøði.
Undirvísing: Finnur Lützen, lívfrøðingur og lærari.
Stað: Føroya Sjósavn, Rættargøta 8 á Argjum.
Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu, snildfon, pappír og blýant.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Sjósavnið á Argjum
02. mai 2019 kl. 09.00-15.00
02. mai 2019 kl. 09.00-15.00