Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-29
Hjálparmiðlaførleiki í støddfrøði
Endamál:
At luttakarar fáa innlit í møguleikar og vansar við ymiskum hjálparmiðlum í støddfrøðiundirvísing sum t.d. centicubes, polydronir, prosentelastik, teodolittar, GeoGebra, o.a.. At luttakarar við yvirliti megna at greina, skifta orð um og kritiskt fyrihalda seg til nýtslu av hjálparmiðlum í støddfrøðiundirvísingini sum heild og kunnu nýta hetta yvirlit í ráðlegging og fremjan av undirvísing.
Innihald:
Skeiðið inniheldur ein ástøðiligan part, ið snýr seg um leiklutin hjá hjálparmiðlum í støddfrøðiundirvísing sum heild, og ein verkligan part, ið snýr seg um ítøkilig uppskot til undirvísingargongdir, har ymiskir hjálparmiðlar verða brúktir. Komið verður m.a. inn á:
- Hjálparmiðlaførleika í støddfrøði
- Ymisk dømi um støddfrøðilig hugtøk
- Hjálparmiðlar í fólkaskúlanum
Skeiðssnið:
Fyrilestur, royndir, bólkaarbeiði og felags orðaskifti.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum
Undirvísing/lærari:
Ingi Højsted, lærari og adjunktur á Námsvísindadeildini
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
30. sep. 2021 kl. 09.00-15.00
30. sep. 2021 kl. 09.00-15.00