Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-34
Føroyskur dansur (vistarskeið)
Arbeiðshættir til føroyskan dans og kvæði
Endamál:
At luttakararnir á skeiðnum deila vitan um kvæði, føroyskan dans og arbeiðshættir, ið klæða kvæðini og dansin í ein didaktiskan og námsfrøðisligan ham. Eftir ætlan skal tilfarið savnast og snikkast til skúlabrúks.
Innihald:
Vit koma hesar dagarnar at viðgera fleiri evni. M.a. hvussu vit kunnu arbeiða við kvæðum í skúlahøpi, hættir at læra kvæði uttanat og at skipa í dansi. Eisini fara vit at viðgera, hvussu vit sum skúli kunnu stuðla undir føroyska dansin.
Skeiðssnið:
Skeiðið kemur at innihalda fleiri snið. Luttakarar leggja fram, vit fara uppá gólv, og vit fara at arbeiða í bólkum. Luttakararnir koma at hava ein virknan leiklut, ið verður leiddur av skeiðshaldaranum.
Málbólkur:
Lærarar, ið hava ella vilja átaka sær at menna føroyska dansin innan skúlagátt.
Førleikakrøv:
Áhugi ella royndir við føroyskum dansi.
Fyrireiking:
Fyrireika stutta framløgu um góðar royndir við kvæðum og føroyskum dansi. Hav møguligt egið tilfar við.
Undirvísing/lærari:
Jónleif Johannesen
Lektiónir: 16
Stað/tíð:
Gjáargarður
25. nov. 2021 - 26. nov. 2021 kl. 09.00-15.00
25. nov. 2021 - 26. nov. 2021 kl. 09.00-15.00