Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-010
Samfelagsfrøði í hádeild
Samfelagsfrøði - fak og undirvísing
Endamál: At kunna lærarar, ið ynskja at undirvísa í samfelagsfrøði komandi skúlaár, um nýggja undirvísingartilfarið í samfelagsfrøði og geva íblástur til, hvussu bókin og talgilda tilfarið kunnu brúkast í undirvísingini.
Innihald: Nýggja samfelagsfrøðibókin til 9. flokk, "Samfelagið - eg og vit øll", verður løgd fram. Síðani verður kunning og kjak um, hvussu bókin kann nýtast í undirvísingini. Arbeitt verður eisini við talgildum tilfari og næmingauppgávum, ið eru knýtt at bókini. Ein partur av skeiðnum verður eisini nýttur til at fara fakliga í dýpdina við ávísum samfelagsfrøðiligum evnum, ið bókin fevnir um.
Skeiðssnið: Fyrilestur, kjak, bólkaarbeiði og smærri venjingar. Skeiðið er skipað á Microsoft Teams.
Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.
Fyrireiking: Bókin "Samfelagið - eg og vit øll" skal vera gjøgnumhugd. Lærarar, ið undirvísa í samfelagsfrøði, fáa enn meiri burtur úr skeiðnum, um teir eisini hava roynt bókina eitt sindur áðrenn skeiðið.
Undirvísing/lærari: Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri og samfelagsfrøðingur.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
10. sep. 2019 - 11. sep. 2019 kl. 09.00-15.00
10. sep. 2019 - 11. sep. 2019 kl. 09.00-15.00