Nr. 2526-02
Endamál:
Vitanardeilding og orðaskifti um ymiskt lærugreinini viðvíkjandi.
Innihald:
Lærugreinaráðgevin fer at hava framløgu um, hvat er nýtt innan lærugreinina, bæði viðvíkjandi innihaldi, formi og didaktikki. Eisini verða orðaskifti og vitanardeiling, og møguliga fara vit ein túr í nærumhvørvinum. Komið verður m.a. inn á:
- Nýtt frá kjakinum um lærugreinina søgu (í Danmark)
- Didaktiskar støður í lærugreinini - hvar eru vit sjálv viðvíkjandi lærugreinini, og hvønn týdning hevur tað fyri okkara undirvísing?
- Undirvísing í søgu uttan grundbók.
- Minnis- og endurminningarmentan - hvat merkir tað at brúka søgu, og hvussu kunnu vit arbeiða við "søgubrúki" og "misbrúki" á ein virknan hátt?
- Hvat merkir vitlíki fyri lærugreinina? Hvat kann tað brúkast til, og hvørjar eru fellurnar?
Skeiðsháttur:
Framløga, orðaskifti og ymsar venjingar.
Málbólkur:
Lærarar í søgu á miðnámi
Undirvísari:
Karen Steller Bjerregaard, lærugreinaráðgevi í søgu
Mál:
Undirvíst verður á donskum máli.