Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-16
Excel í sambandi við Rokning 1-6 og Støddfrøði 7-9
Endamál:
At geva støddfrøðilærarum betri førleikar at nýta telduforritið Excel.

Innihald:
Skeiðið vendir sær til allar lærarar, sum undirvísa í støddfrøði; bæði til teirra, sum ongan forkunnleika hava til Excel, og til teirra, sum eru von at nýta forritið. Byrjað verður við eini felags innleiðslu um, hvat Excel kann leggja aftur at undirvísingini, og har luttakararnir royna tey mest grundleggjandi amboðini. Síðan verða luttakararnir býttir í bólkar alt eftir forkunnleika og eftir, hvørjum floksstigi tey hava mestan áhuga fyri. Arbeitt verður við uppgávum úr útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði, lagað eftir ynskjunum hjá luttakarunum.

Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum

Fyrireiking:
Teldu við forritinum Excel

Undirvísing:
Heini Nygaard og Elin Henriksen
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. sep. 2025 kl. 09.00-15.00