Skeið 2021-2022

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Nr. 2122-50
Fá fatur í bókmentunum
Endamál:
At geva luttakarunum innlit í bókmentadidaktisk amboð at fanga bókmentaliga hugin hjá næmingum og við tí fáa tey at taka tekstirnar til sín og kenna seg aftur í teimum.
Innihald:
Luttakararnir fáa innlit í bókmentadidaktisk amboð, sum eru ment við støði í nýggjari bókmentaligum verkum. Við at samantvinna estetiskar og sansaligar tilgongdir og tilgongdir, sum eru grundaðar á felagsskap og samrøðu, kunnu næmingar við bókmentalestri náa langt út í heim og djúpt inn í seg sjálv. Í fimm stigum verða næmingar ílatnir at luttaka í bókmentaligum felagsskapum við ítøkiligum amboðum, sum eru løtt at brúka og geva íblástur til at arbeiða kreativt við bókmentum. Komið verður eisini inn á tíðarbær granskingarúrslit í lesing og bókmentaundirvísing.
Málbólkur:
Lærarar í hádeildini
Undirvísing:
Ayoe Quist Henkel, lektor og granskari í barnabókmentum.
Lektiónir: 12
Tilmeldingarfreist: 26.juni 2021
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. apr. 2022 - 29. apr. 2022 kl. 09.00-15.00
28. apr. 2022 - 29. apr. 2022 kl. 09.00-15.00