Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-641
Lær at gera film
- við snildfonini og klippa í iMovie og FilmoraGo
Endamál:  At geva lærarunum eitt amboð at brúka til at læra næmingarnar at samstarva, brúka hugflogið og seta ting í verk. 

Innihald: Luttakararnir læra at gera film við snildfon og teldli og at klippa í iMovie og FilmoraGo. Dentur verður lagdur á at læra at skriva handrit og samstundis ogna sær teknisku førleikarnar, so luttakararnir eftir stutta tíð duga at gera flottar filmar.
Luttakararnir skulu fyrireika upptøkurnar, gera upptøkur og klippa. Verkstovan endar við, at vit hyggja at filmunum, har vit leggja upp til, at tey geva hvørjum øðrum feedback, og at enda siga vit sjálvsagt eisini nøkur orð um, hvat er gott, og hvørjum ein kann arbeiða víðari við.

Skeiðið er býtt upp soleiðis:
Dagur 1
VERKSTOVA 1: DOKUMENTARFILMUR
Luttakararnir læra tað mest grundleggjandi um filmsmálið, og harumframt skulu tey gera ein lítlan dokumentarfilm um hvønn annan. Uppgávan er einføld, og luttakararnir læra at vera bæði framman fyri og aftan fyri myndatólið, umframt at tey heilt grundleggjandi læra at nýta snildfon ella teldil at filma og klippa við. Tey arbeiða tvey og tvey.
Dagur 2
VERKSTOVA 2: LÆRUFILMUR
Verkstovan lýsir, hvussu filmur kann nýtast í vísindaligari lærugrein. Luttakararnir arbeiða í bólkum, har tey fáa til uppgávu at greiða frá einum evni. Luttakararnir verða meira tilvitað um síni evni í lærugreinini og stinnari í at nýta snildfon/teldil. 
Dagur 3 
VERKSTOVA 3: FIKTIÓNSFILMUR
Dentur verður lagdur á, hvussu filmur kann nýtast í málsligum lærugreinum. Luttakararnir skulu greina og tulka eina stuttsøgu, sum síðan verður endurskapað gjøgnum ein stuttfilm. 
Skeiðssnið: Upplegg, ítøkiligt filmsarbeiði, framløgur, kjak.

Málbólkur: Fólkaskúlalærarar og miðnámsskúlalærarar.

Fyrireiking: Luttakararnir verða bidnir um at lesa tilfar, sum verður sent í góðari tíð undan skeiðnum.

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Snildfon ella teldil við atgongd til iMovie ella eitt samsvarandi forrit. Eisini er umráðandi, at gott pláss er til filmstilfar á telfonini/teldlinum.

Undirvísing: Eir í Ólavsstovu, sjónleikari, samskiftisfólk og dokumnetarist, og Maria Winther Olsen, filmslistakvinna. 

Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. apr. 2019 - 10. apr. 2019 kl. 09.00-15.00