Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-046
Teams í Office 365
- teams sum samstarvs-, samskiftis- og undirvísingaramboð
Endamál: At luttakararnir síggja møguleikarnar, sum liggja í Teams, og kenna seg tryggar at nýta Teams sum amboð í sambandi við undirvísing og samskifti í sínum gerandisdegi.
Innihald: Vit fara í dýpdina við Teams. Vit hyggja at møguleikunum í Teams í sambandi við samstarv og samskifti, og hvussu lærarar og onnur í skúlunum kunnu fáa gagn av hesum. Eisini hyggja vit at, hvussu næmingar kunnu nýta Teams í sambandi við uppgávuinnlating og annað arbeiði.
Skeiðssnið: Skift verður ímillum fyrilestrar, verkstovur og samstarv í smærri bólkum.
Málbólkur: Skeiðið er ætlað øllum lærarum, men er eisini viðkomandi fyri øll, sum fáast við samskifti og samstarv í gerandisdegnum.
Førleikakrøv: Grundleggjandi kt-førleikar og jaligan hugburð at læra nýggj amboð at nýta í undirvísingarhøpi.
Fyrireiking: Tað er gagnligt fyri luttakaran, um hann áðrenn skeiðið heilt stutt hevur hugt at forritinum Teams, so tað ikki er heilt fremmant, tá skeiðið byrjar.
Undirvísing: Heini Nygaard og Tóri Slættalíð, ráðgevar í Námi
Tilfar at hava við: Luttakarin verður biðin um at hava egna teldu við. Tað er er fyrimunur (men ikki eitt krav) fyri luttakaran, um hann hevur lagt Teams sum forrit á telduna frammanundan.