Nr. 2526-47
Endamál:
At geva lærarum innlit í tilfarið
Bókin um mínar styrkir og
Styrkispælið.
Innihald:
Tilfarið leggur dent á trivnað og inklusión og tekur støði í granskingargrundaðum ástøði og háttalagi og í positivari sálarfrøði, og leggur dent á næmingavirksemi og samábyrgd.
Ein hornasteinur í positivari sálarfrøði er arbeiðið við menniskjaliga tilfeinginum og styrkjum. Hetta tilfarið tekur støði í teimum 24 styrkjunum, sonevndu VIA-styrkjunum, sum vísa á, øll menniskju í meira ella minni mun, óansæð mál, mentan ella átrúnað hava í sær. Ein styrki kann allýsast sum persónligt tilfeingi og ein viðføddur førleiki at virka, hugsa og merkja, sambært Louise Tidmand og Ivan Jakobsen. Við at brúka styrkirnar menna vit gott virkisføri og avrika væl. Harafturat kemur, at tá ið vit brúka styrkirnar, menna vit sjálvvirðið, og vit trívast betur.
Arbeiðshættir:
Fyrilestur, orðaskifti og verkstova.
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum og á miðnámi.
Skeiðshaldarar:
Andriása Dam Joensen, verkætlanarfólk og Gunvá Magnussen, ritstjóri.
Tilmelding:
Skúlin setir seg í samband við Nám á skeid@nam.fo, um áhugi er fyri einum skeiði á skúlanum. Lagt verður upp til, at allur skúlin ella minst ein deild á skúlanum er við.