Skeið 2021-2022

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Nr. 2021-42
MuseScore - eitt amboð í tónleikaundirvísingini
Endamál:
At geva luttakarunum innlit í, hvussu forritið MuseScore kann brúkast í undirvísingini og gerast ein stuttligur og áhugaverdur vegur inn í tónleikaheimin.
Innihald:
Á skeiðnum verður forritið Musescore brúkt, ið er eitt ókeypis nóta- og tónleikaforrit við føroyskari brúkaraflatu. Luttakararnir læra at arbeiða við útsetingum, lagsmíði, framleiðslu av undirvísingartilfari. Arbeitt verður við:
- Tónleikaástøði, at seta inn nótar og tekin á nótablaðið við funkunum í MuseScore.
- Nótainntøku, ljóðgerð og sambondum við onnur forrit og amboð.
- Tekstseting, skreytnótum, prýði, guitar (TAB), trummunótatión og evnum.
- Námsfrøðiligum fyrimunum og vansum, tá forritið verður nýtt í skúlunum.
- MuseScore og føroysk tónleikaheiti.
Skeiðssnið: Fyrilestur, verkstovur/bólkaarbeiði og framløgur.
Málbólkur: Tónleikalærarar á miðnámsskúlum og í fólkaskúlum.
Førleikakrøv: Grundleggjandi kunnleiki til nótar, umframt teldukunnleiki.
Undirvísing/lærari: Hans Pauli W. Tórgarð, cand. mag. í tónleikavísindi og fagurfrøði og mentan.
Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu og smátalarar. Midikeyboard/ljómborð er hent at hava við á skeiðið, men tað er ikki eitt krav.
Lektiónir: 12
Tilmeldingarfreist: 26.juni 2021
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. feb. 2021 - 09. feb. 2021 kl. 09.00-15.00
08. feb. 2021 - 09. feb. 2021 kl. 09.00-15.00