Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-81
Undirvísing við orðblindni í huga (kl. 13-16)
Endamál:  
Við støði í hugtakinum ?undirvísing við orðblindi í huga? verður hugt at, hvussu vit tryggja okkum, at vit kunnu kann hjálpa næmingum við skerdum lesiførleika og samstundis kunnu hjálpa teimum við arbeiðsminninum. Luttakararnir vera førir fyri at leggja til rættis og gjøgnumføra eina undirvísing, har orðblindni er í huga, so næmingurin kann luttaka í undirvísingini á jøvnum føti við hinar næmingarnar.

Innihald:
  • Hvat er undirvísíng við orðblindni í huga?
  • Hvørjar LST-mannagongdir skulu styrkja undirvísingina?
  • Mannagongdir til umlætting av arbeiðsminninum
  • Hvussu tryggja vit variatión, endurtøkur og innlæring)?
  • Stillasering av lesing og skriving: skrivi- og lesivegleiðingum
Skeiðssnið: 
Fyrilestur og sjálvstøðugt arbeiði við teldu

Málbólkur: 
Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærara

Fyrireiking:
Neyðugt er at hava teldu við til skeiðið. Annars eingin fyrireiking. 

Undirvísing/lærari: 
Bjarne Isager ella Dorte Brandborg (Vitec)
Lektiónir: 3
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
31. jan. 2023 kl. 13.00-16.00