Nr. 2526-08
Endamál:
At geva næmingum í 6. og/ella 7. flokki ábyrgd og læra at spæla saman við yngru næmingunum í fríkorterunum.
Innihald:
Endamálið við spæliliðinum verður lýst, og luttakararnir fara at spæla ymisk kend og ókend spøl. Víst verður eisini á, hvussu spæliliðini kunnu koma í gongd á skúlunum. Skeiðið er skipað í tøttum samstarvi við AKT-felagið og SSP.
Málbólkur:
Skúlar í suðurpartinum av landinum. Akkersfólk og næmingar úr 6. og/ella 7. floksstigi úr hvørjum skúla.
- Skúlar við færri enn 200 næmingum kunnu hava 2-5 næmingar við.
- Skúlar við 200-350 næmingum kunnu hava 5-8 næmingar við.
- Skúlar við 350-500 næmingum kunnu hava 8-12 næmingar við.
- Skúlar við fleiri enn 500 næmingum kunnu hava í mesta lagi 16 næmingar við.
Førleikakrøv:
Áhugi at skapa trivnað við rørsluspølum.
Viðmerkingar:
Øll skulu hava ítróttaklæði og ítróttaskógvar til innandura leik við á skeiðið.
Annað:
Vinaliga sendið ein teldupost til skeiðshaldaran (
sigrid.thomassen@skulin.fo), um hvussu nógvar næmingar tit taka við - helst áðrenn summarfrítíðina.
Undirvísing:
Sigrid av Reyni Thomassen, lærari