Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-007
Grundskeið í WordMat
Endamál: Luttakarar læra at nýta grundleggjandi funktiónir í WordMat í Word 365, ið kunnu nýtast til fakligu førleikamálini í námsætlanum á miðnámi. Givin verða ítøkilig dømi um, hvussu WordMat kann verða brúkt í støddfrøði- og alisfrøðiundirvísing á miðnámi. Hvør skeiðsluttakari fær nakrar royndir við WordMat við sær aftur í flokshølið.
Innihald: Skeiðið tekur støði í WordMat í Word 365 og námsætlanunum í støddfrøði á miðnámi. Greitt verður frá grundleggjandi funktiónum í WordMat, og hvussu WordMat kann loysa uppgávur í støddfrøði á miðnámi. Luttakarar fáa vegleiðing í at brúka WordMat í Word 365 á egnari teldu. Við ítøkiligum dømum verður greitt frá, hvussu WordMat kann brúkast sum amboð í undirvísingini í støddfrøði á miðnámi - bæði hjá lærarum og næmingum.

Skeiðssnið: Skift verður millum stutt upplegg, einstaklingaarbeiði, bólkaarbeiði. Høvi verður at arbeiða við tilfarinum, soleiðis at tað hóskar til flokkin/flokkar, luttakarin hevur.
Málbólkur: Lærarar á miðnámi.
Førleikakrøv: Luttakarar skulu undirvísa í støddfrøði og kenna til Word 365.
Fyrireiking: Leggja Word 365 og WordMat inn á egna teldu.
Undirvísing/lærari: Gudfinn Olsen
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. aug. 2019 kl. 09.00-15.00
28. aug. 2019 kl. 09.00-15.00