Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-066
Ger tína egnu vikuætlan, og fá yvirskot í arbeiðsdegnum
Endamál: At geva lærarum eitt amboð, soleiðis at teir kunnu ráðleggja sína undirvísing á slíkan hátt, at teir megna bæði at undirvísa næmingatillagað og inkludera næmingar við serligum avbjóðingum, uttan at hetta kostar eyka orku. 

Innihald: Støðið verður tikið í "UgeskemaRevolutionen", sum er ein arbeiðsháttur, har fak, djúphugsni og fjølbroytt undirvísing draga eina línu. Arbeitt verður við dømum frá gerandisdegnum í skúlanum, og lærarar fáa hugskot, soleiðis at teir kunnu røkka øllum næmingum á bestan hátt. Lærarar sleppa eisini at arbeiða við støði í egnum gerandisdegi og ráðleggja ítøkiliga undirvísing við amboðum frá "UgeskemaRevolutionen". Skeiðið er 1. partur av longri skeiðið, ið heldur fram komandi skúlaár. Tað er ikki krav, at lærarar skulu taka2. part, men fyri at sleppa á 2. part er neyðugt at hava 1. part. 

Málbólkur: Fólkaskúlalærarar 

Fyrireiking: Luttakarar skulu kunna seg um tilfar á heimasíðuni www.ugeskemarevolutionen.dk 

Undirvísing: Karina Winther lærari, AKT-lærari, rithøvundur og íbirtari av UgeskemaRevolutionen. 

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Egna ársætlan og undirvísingartilfar
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. jan. 2020 - 17. jan. 2020 kl. 09.00-15.00