Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-057
Føroyskt til 2. flokk - Finka
- lýsing og innføring í nýtt lærugreinatilfar
Endamál:  At geva lærarum, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini innlit í nýggja tilfarið í føroyskum til 2. flokk.

Innihald:  Lærarar fáa við tilfarinum amboð at byggja víðari á fyrstu lesingina hjá næmingunum. Tilfarið byggir á nýggjari gransking og vitan um, hvat gevur úrslit lesing viðvíkjandi:
  • Tað hevur týdning at undirvísa í bæði orðaavkoding og málfatan eisini í innskúlingini.
  • Bæði lærarar og foreldur hava stóra ávirkan á, hvussu næmingurin upplivir lesingina, og hvussu hann klárar seg.
  • Næmingurin skal gerast medvitin um, hvussu hann kann gera framstig.
Við støði í tilfarinum verður komið inn á ymisk hugtøk, m.a. lesimenning, ljóðmeginreglur, lesisnildir, flótandi lesing, tær frálíku fýra og førleikamál eftir 2. flokk. Greitt verður eisini frá, hvussu hugsað verður, at tilfarið skal brúkast, og hvussu undirvísingin kann skipast.

Skeiðssnið: Framløgur og kjak

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini 

Undirvísing/lærari: Marianna Skarðenni Poulsen, rithøvundur, lærari og lesivegleiðari


Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. mai 2020 kl. 09.00-15.00