Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-49
Staming
Endamál: 
At geva luttakarunum kunnleika um staming og stamihættir, og at tey ogna sær førleikan at eygleiða og eyðkenna staming.

Innihald: 
Talan er um eitt grundskeið í staming. Á skeiðnum verður komið inn á, hvat staming er, hvussu vit kunnu eygleiða og eyðkenna staming, og hvørjar stamihættir vit kunnu nýta fyri at fáa eina meira flótandi talu.

Skeiðssnið: 
Á skeiðnum verður skift millum stutt upplegg, venjingar, orðaskifti og bólkaarbeiði/verkstovur.

Málbólkur: 
Skeiðið er ætlað námsfrøðingum og lærarum, ið arbeiða við børnum, sum stama, í og undir skúlaaldur.

Fyrireiking: 
At svara spurnarblaðið frá fyriskiparunum um, hvørjar væntanir luttakarin hevur til skeiðið. Spurnarblað verður sent hvørjum luttakara og skal svarast nakað áðrenn, áðrenn skeiðið verður hildið.

Undirvísing: 
Kirstin Nesá, taluráðgevi

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. apr. 2023 kl. 09.00-15.00