Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-46
Kom og les føroyskar bøkur
Endamál: 
At kveikja lesihugin og menna lesingina hjá næmingunum.

Innhald: 
Vit lesa føroyska bøkur í vanligu undirvísingini í føroyskum. Bøkurnar verða valdar út í samráð við áhugaðar lærarar og næmingar. 

Háttalag: 
Lesiátakið verður partur av vanligu undirvísingini og er fyri allar næmingarnar. Bøkur og lesing verða differentierað eftir lesifortreytum og áhuga næminganna. Lesingin verður skipað sum parlesing, upplestur og endurtøkulesing við støði í bókini Kom og les raðið. Getrud Brandt hevur skrivað og Pálin Olsen hevur týdd bókina úr donskum.

Fyrireiking: 
Lesiátakið verður fyrireikað og framt í tøttum samstarvi við lærarnar, lesivegleiðarar í skúlunum og námsfrøðiliga ráðgevan.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa føroyskum í 4. 5. 6 ella 7. flokki

Fyriskipari: 
Emmy Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi í Námi

Menningarátak úti á skúlum
Lesiátakið verður skipað í 3 - 5 vikur sum partur av vanligu undirvísingin í føroyskum.

Tilmelding:
Setið tykkum í samband við Nám á skeid@nam.fo viðvíkjandi tilmelding.
Lektiónir: 6