Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1819-213
Fyndug og faklig myndlist
- skapandi myndlistaundirvísing í grundskúlanum
Endamál: At læra grundleggjandi ástøði og arbeiðshættir á ein positivan og ítøkiligan hátt.
Innihald: Luttakarar royna ymiskar arbeiðshættir innan myndlist og fáa ítøkiligar undirvísingargongdir. Háttalagið er einfalt, skipað, munadygt og roynt saman við børnum og vaksnum í hundraðtali - við hepni.
Tú lærir m.a.:
- hvussu tú lærir børn at tekna, so tað líkist
- hvat tilfar er best hóskandi til undirvísing í myndlist
- hvussu tú kanst arbeiða við frágreiðandi (fabulerende) "kollage"
- hvussu blýantar kunnu nýtast sum fjøltáttað tekniamboð
- hvussu tú kanst leggja eina litlæru-undirvísingargongd til rættis og læra børnini at blanda munadyggar litir
- hvussu myndlist kann gerast partur av tvørfakligari undirvísingargongd
- alt sæð í mun til námsætlanina fyri myndlist. Ljós verður somuleiðis varpað á føroyska list.
Skeiðssnið: Framløgur, ítøkiligt arbeiði og kjak.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í myndlist.
Undirvísing: FruBilledkunst alias Tina Kejlberg, bloggari, lærari, rithøvundur og skeiðshaldari. Hygg inn áwww.FruBilledkunst.dk.
At hava við: Undan skeiðnum fáa luttakarar boð um, hvat teir skulu taka við.
Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
02. apr. 2019 - 04. apr. 2019 kl. 09.00-15.00
02. apr. 2019 - 04. apr. 2019 kl. 09.00-15.00