Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2122-01
SkúlaFM 2022
Læraraskeið í íverksetan
Endamál:
At geva luttakarum amboð og innlit í háttaløg til at undirvísa í íverksetan í skúlanum - bæði í ástøði og virkisroynd.   

Innihald:  
Undirvísingin í íverksetan hevur til endamáls at læra næmingarnar at arbeiða við egnum hugskotum fyri síðani at menna hugskotið frá hugskoti til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. Fakliga innihaldið i? íverksetan er lutað sundur i? seks modul, har tað fyrsta modulið er læraraskeiðið. 
Lærararnir fáa undirvísing í, hvussu arbeitt verður við íverksetan í skúlum, hvat fyri ástøði kann nýtast, hvar tey kunnu finna tilfar, og eisini hvat fyri bólkaarbeiði riggar væl til næmingarnar. Harumframt fáa tey tilfar frá Fonden For Entreprenørskab, sum verður brúkt í skúlunum í Danmark og Grønlandi. 

Skeiðssnið: Skeiðið er uppbygt við fyrilestrum og bólkaarbeiði. 

Málbólkur: Lærarar, sum eru tilmeldaðir SkúlaFM 2022 í íverksetan.

Førleikakrøv: Avvarðandi skúli ella flokkur skulu verða tilmeldaðir SkúlaFM 2022.

Undirvísing/lærari: Íverksetarahúsið og Fonden For Entreprenørskab.
Málbólkur: Lærarar, sum eru tilmeldaðir SkúlaFM 2022 í íverksetan.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám
26. aug. 2021 kl. 09.00-15.00
27. aug. 2021 kl. 09.00-13.00