Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-34
Skúlabókavarðadagur 2026
Endamál:
At geva luttakarum íblástur til dagliga arbeiðið á skúlabókasavninum. 

Innihald:
Dentur verður lagdur á lesifremjandi átøk og á hvat innihaldið í skúlabókasavninum kann vera.Aðalfundur í Skúlabókasavnsfelagnum er lýstur at vera sama dag og stað kl. 14:30

Skrá til lærugreinadag hjá skúlabókavørðum
Kl. 9.00  Vælkomin 
Kl. 9.15    Vonsild Skolebibliotek - framløga og kunning
                   - Mette Marie Mau og Stefan Åge Hardonk Nielsen, skúlabókavørðir
Kl. 10.15  Kaffisteðgur
Kl. 10.30  Hugskot til skúlabókasavnið - 4 ymisk verkstøð 
Kl. 11.00  Leikluturin hjá leiðsluni - framløga
                    - Varaskúlastjóri Mette Dahl Schmidt, Vonsild Skole
Kl. 11.20  Felags um kommunala skúlabókasavnið - framløga
                    - Gitte Barsballe Andersson, námsfrøðiligur ráðgevi, Pædagogisk Central, Kolding
Kl. 12.00  Matarsteðgur
Kl. 13.00  Atlantbib.org - eitt felags norðurlendskt skúlabókasavn
                    - Stefan Åge Hardonk Nielsen, skúlabókavørður
Kl. 13.15  Hugskot til skúlabókasavnið - 4 ymisk verkstøð, framhald 
Kl. 13.45  Samanumtøka, spurningar og eftirmeting
Kl. 14.00  Kaffisteðgur 
Kl. 14:15   Aðalfundur í Skúlabókavarðafelagnum 

Málbólkur:
Skeiðið er ætlað skúlabókavørðum og lærarum, sum arbeiða á skúlabókasøvnunum/Námsfrøðiligu tænastudeplunum.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
23. feb. 2026 kl. 09.00-15.00