Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-43
Jarðfrøði og landslag í sunnara parti av Eysturoynni
- Fyrilestur og útferð
Endamál: 
At geva lærarum innlit í jarðfrøðiligu søguna hjá Føroyum, og hvussu hesar hendingar kunnu síggjast í landslagnum í sunnara parti av Eysturoynni.

Innihald: 
Skeiðið byrjar við gjøgnumgongd av føroysku jarðfrøðiligu søguni, og síðan fara vit út at vitja støð í sunnara parti av Eysturoynni, m.a. í Fuglafirði, Gøtu, Rituvík og onnur støð, sum lýsa, hvussu hetta landið broyttist frá víðum slætta til smáar brattar oyggjar. Vit lýsa eldgosini, sum bygdu upp hetta landið, og síggja, hvussu upprunalendið bleiv máað niður í milliónir av árum til tær oyggjar, sum vit kenna í dag.

Skeiðsleistur: 
Fyrilestur og útferð til støð í sunnara parti av Eysturoynni.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa í føroysku náttúruni í fólkaskúla og á miðnámi.

Fyrireiking: 
Luttakarar kunnu lesa tilfar, ið verður sent luttakarum áðrenn skeiðið. Havið heit og regntøtt klæði við eins og góðar skógvar/stivlar til útferðina.

Undirvísing: 
Barbara á Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi.   

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Skeiðsstað verður upplýst seinni
21. apr. 2026 kl. 09.00-15.00