Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-47a
Kannandi støddfrøði
- Kanna og tú verður ein dugnaligari støddfrøðingur
Endamál:
At geva íblástur til eina kannandi tilgongd til lærugreinina og harvið økja um forvitni og umhugsan í støddfrøðitimunum.

Innihald: 
Luttakarar fáa innlit í ástøði um kannandi tilgongd til lærugreinina og týdningin, sum kannandi støddfrøði hevur fyri læringina hjá næmingunum. Høvið verður eisini at royna ymisk hugskot í verki, so sum "Finn miðjuna", samanhangin millum ummál og vídd og "hvat nú"-uppgávur. Luttakarar læra at arbeiða við kannandi støddfrøðiundirvísing og at spyrja næmingarnar røttu spurningarnar, soleiðis at teir fáa eina betri støddfrøðifatan og meira skilvísa tilgongd til lærugreinina. 

Skeiðssnið: Framløgur, bólkaarbeiði og at royna hugskotini í verki.

Málbólkur: Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum, sum ætla fáa meira vitan um og brúka kannandi støddfrøði í undirvísingini. 

Undirvísing/lærari: Sólrun Koivuneva 

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu við GeoGebra, WordMat ella Excel
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
25. mar. 2021 - 26. mar. 2021 kl. 09.00-15.00