Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-23
Byrjanarskeið í Canva
Canva - eitt kreativt amboð til lærarar
Endamál:
At geva lærarum grundleggjandi førleikar at brúka Canva til grafiskt arbeiði í skúlasamanhangi. Tú lærir at gera plakatir, uppsløg, undirvísingartilfar og annað sniðgivið tilfar, ið kann nýtast í undirvísing og dagliga arbeiðinum í skúlanum. 
 
Innihald: 
Skeiðið byrjar við eini gjøgnumgongd av teimum mest týðandi funksjónunum í Canva. Hetta verður gjørt við framløgu, har undirvísarin vísir dømur og brúkar Canva í verki. Aftaná fara luttakararnir sjálvir at arbeiða við at royna tær ymisku funkurnar. Dentur verður lagdur á at skapa snið, ið kunnu brúkast til plakatir, uppsløg, framløgur, tilfar til næmingar, kunning til foreldur og annað, ið lærarar hava tørv á í dagliga arbeiðinum. Undirvísarin veitir vegleiðing og svarar spurningum gjøgnum dagin. 
 
Skeiðssnið: 
Framløga og praktiskt arbeiði
 
Málbólkur: 
Lærarar við áhuga fyri Canva
 
Fyrireiking:
Tak Canva-appina niður á tína teldu, og rita inn við tínum skulin.fo- brúkara. Um tú ikki kann rita inn við tínum skulin.fo brúkara, mást tú stovna ein brúkara á www.canva.com. Finn eina uppgávu (t.d. mállæru, rokniuppgáva, náttúruvísindi ella annað), sum tú kundi hugsað tær at skapa eitt betri snið til.
 
Undirvísari: 
Andreas Lava Olsen, lærari

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. sep. 2026 kl. 09.00-15.00