Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-08
Nem í fimta og Nem í sætta
Endamál:
At geva lærarum, sum fara at brúka Nem í fimta og Nem í sætta, innlit í og hugskot um, hvussu bøkurnar kunnu nýtast.
Innihald:
Skeiðið tekur støði í Nem í fimta og Nem í sætta, sum er tilfar í føroyskum til miðdeild. Komið verður inn á hugsanina aftan fyri røðina, hvussu bøkurnar eru bygdar upp, og hvussu bøkurnar best vera nýttar. Dentur verður lagdur á, hvussu arbeitt verður ítøkiliga við bókunum Nem í fimta og Nem í sætta.
Skeiðssnið:
Framløga, prát og verkligar uppgávur.
Málbólkur:
Lærarar, sum ætla at brúka Nem í fimta og Nem í sætta í undirvísing.
Fyrireiking:
Skeiðsluttakararnir mugu taka bøkurnar og læraravegleiðingina við á skeiðið.
Undirvísing:
Tóra Joensen, lærari
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
16. sep. 2022 kl. 09.00-15.00