Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-07
Finka - føroyskt til 2. flokk
Lýsing og innleiðsla í undirvísingartilfar
Endamál:
At geva lærarum, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini, innlit í undirvísingartilfar í føroyskum til 2. flokk.
Innihald:
Lærarar fáa við tilfarinum amboð at byggja víðari á fyrstu lesingina hjá næmingunum. Tilfarið byggir á nýggjari gransking og vitan um, hvat gevur úrslit lesing viðvíkjandi:
- Tað hevur týdning at undirvísa í bæði orðaavkoding og málfatan eisini í innskúlingini.
- Bæði lærarar og foreldur hava stóra ávirkan á, hvussu næmingurin upplivir lesingina, og hvussu hann/hon klárar seg.
- Næmingurin skal gerast medvitin um, hvussu hann/hon kann gera framstig.
Við støði í tilfarinum verður komið inn á ymisk hugtøk, m.a. lesimenning, ljóðmeginreglur, lesisnildir, flótandi lesing, tær frálíku fýra og førleikamál. Greitt verður eisini frá, hvussu hugsað verður, at tilfarið skal brúkast, og hvussu undirvísingin kann skipast.
Skeiðssnið:
Framløgur, bólkaarbeiði og kjak.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini
Undirvísing:
Marianna Skarðenni Poulsen, rithøvundur, lærari og lesivegleiðari
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
08. sep. 2022 kl. 09.00-15.00