Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-28
At filosofera saman við Vitello
Endamál:
Við ítøkiligum, praktiskum  og kreativum hugskotum til undirvísingina at geva lærarum ástøðiligt grundarlag til at filosofera saman við næmingunum í undirvísingini.
 
Innihald:
Filosofi snýr seg grundleggjandi um at hugsa sjálvstøðugt, og at læra næmingarnar at hugsa sjálvstøðugt er eisini ein av høvuðsuppgávum skúlans. Seinastu 10-15 árini hevur danski rithøvundurin Kim Fupz Aakeson skrivað nærum 30 bøkur um dreingin Vitello, sum flestu næmingar vita um. Vitello egnar seg sera væl sum grundstøði, tá vit skulu filosofera saman við næmingunum og læra tey at hugsa sjálvstøðugt. Í bókunum eru veruleiki og hugaheimur sera snøgt samantvinnað. Vitello er veruleikakendur og menniskjaligur, og fyri tað mesta er hann tilvitaður um tað, tá hann ger okkurt skeivt, men minni tilvitaður um, hví hann kortini ger tað. Við evnum úr bókunum riggar væl at arbeiða við filosofiskum spurningum og tvístøðum úr sjónarmiðinum hjá børnum og bera saman við aðrar søgupersónar, so sum Lítla prins, Palla Pumm og Pippi Langsokk.
 
Skeiðssnið:
Skeiðið er tvíbýtt. Í fyrra partinum verður ástøðilig kunning um at filosofera saman við børnum. Í seinna partinum skulu luttakararnir arbeiða kreativt við støði í filosofi. Luttakarar fáa eisini lidna undirvísingargongd, so tey sleppa í gongd við at filosofera saman við næmingunum beinanvegin.  
 
Málbólkur:
Lærarar í grund- og miðdeild, sum undirvísa í føroyskum, donskum og kristni. 
 
Undirvísing:
Anne Rosenskjold Nordvig, lærari og lærubókarithøvundur, og John Rydahl, religiónspedagogur og formaður í Religionslærerforeningen.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
27. okt. 2022 kl. 09.00-15.00