Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-36
Modellerings- og trupuleikaloysingarførleiki í støddfrøði
Endamál:
At luttakarar fáa innlit í førleika rákið innan støddfrøðididaktik. Herímillum serliga hvat støddfrøðiligur modellerings- og trupuleikaloysingarførleiki inniber. At luttakarar við yvirliti megna at greina, skifta orð um og kritiskt fyrihalda seg til støddfrøðiundirvísing, ið hevur sum endamál at stimbra modellerings- og trupuleikaloysingarførleikan hjá næmingum.
Innihald:
Skeiðið inniheldur ein ástøðiligan part, ið snýr seg um hugtøkini støddfrøðiligur førleiki, modelleringsførleiki og trupuleikaloysingarførleiki, og ein verkligan part, ið snýr seg um uppskot til undirvísingargongdir og uppgávur, har modelleringsførleiki og trupuleikaloysingarførleiki eru í miðdeplinum.
Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði og felags orðaskifti.
Málbólkur: Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum.
Undirvísing: Ingi Heinesen Højsted, ph.d. og adjunktur.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. jan. 2023 - 17. jan. 2023 kl. 09.00-15.00
16. jan. 2023 - 17. jan. 2023 kl. 09.00-15.00