Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-60
Lærugreinadagur í lívfrøði
- á miðnámi
Endamál:
At geva lívfrøðilærarum møguleika at hittast í fakligum ørindum og at kveikja og eggja til menning og samstarv.
Innihald:
Komið verður inn á fakligt virksemi í undirvísingini á C, B og A-stigi ella í fakligum samstarvi millum lívfrøðilærarar, sum fer fram á teimum einstøku skúlunum. Harumframt verður verkstova um uppgávugerð og uppgávuhugskot skipað.
Skeiðssnið:
Upplegg og verkstova
Málbólkur:
Miðnámsskúlalærarar
Fyrireiking:
Hvør skúli fyrireikar eina stutta framløgu (í mesta lagi 10 min) um tað, sum fer fram av fakligari menning og fakligum samstarvi á júst teirra skúla.
Luttakararnir kunna seg um námsætlanina í lívfrøði og próvtøkuuppgávurnar frá summarpróvtøkuni í 2022.
Undirvísing:
Anne Krarup, Kári Purkhús og Poul Magnussen
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. mar. 2023 kl. 09.00-15.30
14. mar. 2023 kl. 09.00-15.30