Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-053
At bera fram í læraraleiklutinum
Ítøkilig amboð til læraran at menna floksleiðslu- og relatiónsførleikar
Endamál: At lærarar gerast tilvitaðir um nøkur amboð, sum styrkja førleikarnar at bera fram.
Innihald: Á skeiðnum fært tú ráð m.a. um, hvussu tú vinnur álit hjá næmingunum, hvussu tú inntekur rúmið, hvussu tú mennir eitt gott byrjanar- og endaritual, hvussu tú fært og varðveitir uppmerksemið hjá næmingunum, og hvussu tú fært teir at føla seg sæddar, hoyrdar og skiltar. Eisini vera praktiskar venjingar, sum gera læraran tilvitaðan um, hvussu ein nýtir rødd og kropsmál á fullgóðan hátt og harvið verður ein betri floksleiðari.
Skeiðssnið: Fyrilestur og praktiskar venjingar
Málbólkur: Fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar
Førleikakrøv: At tú tolir og er opin fyri, at tað verður arbeitt við tínum persóni/læraraleikluti
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
02. mar. 2020 kl. 09.00-15.00
02. mar. 2020 kl. 09.00-15.00