Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-24
GeoGebra í sambandi við Rokning 1-6 og Støddfrøði 7-9

Endamál:
At geva støddfrøðilærarum betri førleikar at nýta telduforritið GeoGebra.

Innihald:
Skeiðið vendir sær til allar lærarar, sum undirvísa í støddfrøði; bæði til teirra, sum ongan forkunnleika hava til GeoGebra, og til teirra, sum eru von at nýta forritið.
Byrjað verður við eini felags innleiðslu um, hvat GeoGebra kann leggja aftur at undirvísingini, og har luttakararnir royna tey mest grundleggjandi amboðini. Síðan kunnu luttakararnir velja millum tveir bólkar. Annar bólkurin fær meiri venjing í at nýta amboð, sum verða brúkt í geometri í miðdeildini, og hin heldur fram við amboðum, sum verða nýtt í hádeildini.
Arbeitt verður við uppgávum úr útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði.

Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum

Fyrireiking:
Lærarar skulu hava teldu við forritinum GeoGebra

Undirvísing:
Ingi Heinesen Højsted, Heini Nygaard og Elin Henriksen

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. feb. 2025 kl. 09.00-15.00