Nr. 2324-58
Endamál:
At fáa næmingarnar at hugsa støddfrøðiliga heldur enn bara at læra uttanat.
Innihald:
Vit fara í lærugreinini støddfrøði at arbeiða við at menna evnini hjá næmingunum at hugsa strategiskt og smidligt og at finna snildar loysnir. Hetta eru førleikar, ið eru hentir at hava í fleiri pørtum í lærugreinini. Tit fáa hugskot til at arbeiða roknisnildum (strategium) sum grundarlagi undir støddfrøðiarbeiðinum. Vit arbeiða við at styrkja fataninga hjá næmingum fyri tølum, samanhangi og strategium og at fáa næmingarnar til góðar støddfrøðingar heldur enn bara skjótar roknarar.
Skeiðssnið:
Fyrilestur, sjálvstøðugt arbeiði og orðaskifti.
Málbólkur:
Lærarar í støddfrøði, serliga í grund- og miðdeild.
Undirvísing/lærari: Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari.