Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-340
Bókmentir á staðnum
Endamál: At geva íblástur til bókmentaundirvísingina í føroyskum í hádeild. 

Innihald: Lisnar verða bókmentir, sum kunnu knýtast at ávísum støðum og søguligum hendingum í nærumhvørvinum. Umframt sagnir verða tekstir eftir m.a. Heðin Brú, William Heinesen, Jóanes Nielsen, Sólrúna Michelsen lisnir. 

Skeiðssnið: Fyrilestur, kjak, útferð o.a.

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í hádeild.

Fyrireiking: Luttakarar fáa boð um tekstir at lesa í góðari tíð undan skeiðnum.  

Undirvísing: Vár í Ólavsstovu, ph.d., adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði. 
Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
19. feb. 2019 - 21. feb. 2019 kl. 09.00-15.00