Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-03
Tónleikur sum felagsskapur
- frá grundarlagi til framtíð
Endamál:
At menna praksis, deila royndir og skapa tónleik við denti á næmingasamanspæl, luttøku, nærveru og framtíðar tónleikaundirvísing.

Innihald:
Skeiðið tekur støði í bókini Sammenspilsbogen - spil i kæder, og komið verður eitt nú inn á:
  • grundleggjandi førleikar innan tónleik: tónaskipan, puls og periodu
  • flow í samanspælsundirvísingini: Fá allan flokkin í gongd - skjótt og trygt
  • samskiftishættir: Hættir at arbeiða tvørtur um støði og aldursbólkar
  • kreativa rytmiska tónleikaleiðslu og improvisatión: Menning av leiðslu- og improvisatiónsevnum
  • tónleik, kyn og samleika: Hvussu vit kunnu styrkja rúmligheit og fjølbroytni í tónleikaundirvísingini
  • talgilding og tónleik: Møguleikar og fellur við nýtslu av talgildum amboðum
  • leiðslu av størri tónleikaligum orkestrum: Frá samanhangandi (flowbaseraðum) samanspæli til víðkaða stjórn.
Seinni skeiðsdagurin verður hildin saman við tónleikalærarum í fólkaskúlanum.

Arbeiðshættir:
Verkstova, virkin luttøka, kjak og framløga

Málbólkur:
Tónleikalærarar á miðnámi

Skeiðshaldari:
Mads J. Pagsberg, lektari á universitetinum í Keypmannahavn, tónaskald, dirigentur, tónleikari og ráðgevi.

Mál:
Undirvíst verður á donskum máli.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Glasir
01. sep. 2025 kl. 09.00-15.00
03. sep. 2025 kl. 09.00-15.00