Nr. 2425-29
Endamál
At geva lærarum íblástur til at arbeiða við portfoliodidaktikki, formativari eftirmeting og afturboðan í skrivliga táttinum í føroyskum og donskum á miðnámi.
Innihald
Skrivligi tátturin í undirvísingini snýr seg bæði um skrivifimi og um albúgving. Við portfoliodidaktikki kunnu næmingarnir gera sær royndir og menna seg sum sjálvstøðugar skrivarar, samstundis sum tey venja førleikar, sum krevjast til skrivligu próvtøkuna. Á skeiðinum víst á, hvussu portfoliodidaktikkur kann skipast í OneNote, og luttakararnir fáa ítøkilig dømi um skrivivenjingar (og dømi um næmingasvar til hesar). Eisini verður komið inn á ymsar strategiir til eftirmeting og dømi um formativa afturboðan.
Arbeiðshættir
Framløgur, orðaskifti og skrivligar venjingar.
Málbólkur
Lærarar í føroyskum og donskum á miðnámi.
Skeiðshaldari
Katrine Haaning, lektari í donskum og religión á Egaa Gymnasium.
Annað
Undirvíst verður á donskum máli.