Nr. 2425-04
Endamál:
Endamálið við skeiðinum er at geva innlit í tilfarið Bókin um mínar styrkir og Styrkispælið.
Innihald:
Tilfarið leggur dent á trivnað og inklusión og tekur støði í granskingargrundaðum ástøði og háttalagi og í positivari sálarfrøði. Tilfarið leggur dent á næmingavirksemi og samábyrgd, og arbeitt verður við portfolio, málum á ein hátt, so at málini verða rokkin við at hava styrkirnar við í arbeiðinum.
Ein hornasteinur í positivari sálarfrøði er arbeiðið við menniskjaliga tilfeinginum og styrkjum. Hetta tilfarið tekur støði í teimum 24 styrkjunum, sonevndu VIA-styrkjunum, sum øll menniskju hava í meira ella minni mun, óansæð mál, mentan ella átrúnað.
Ein styrki er eitt persónligt tilfeingi og ein viðføddur førleiki at virka, hugsa og merkja. Við at brúka styrkirnar menna vit gott virkisføri og avrika væl. Harafturat kemur, at tá ið vit brúka styrkirnar, menna vit sjálvvirðið, og vit trívast betur.
Arbeiðshættir:
Fyrilestur, orðaskifti og verkstova.
Málbólkur:
Lærarar í hádeild og miðnámi
Skeiðshaldari:
Louise Tidmand, Styrkeakademiet.
Undirvíst verður á donskum máli.