Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-19
Tøkni í støddfrøðiundirvísing - GeoGebra
Endamál: 
At geva luttakarum innlit í fyrimunir og vansar, soleiðis at teir við yvirliti megna at greina, skifta orð um og kritiskt fyrihalda seg til nýtslu av tøkni í støddfrøðiundirvísingini sum heild og kunnu nýta hetta yvirlit í ráðlegging og undirvísing. 

Innihald: 
Við støði í gransking í støddfrøðididaktikki verða fyrimunir og vansar við at nýta tøkni í støddfrøðiundirvísing lýstir. Komið verður m.a. inn á: 
  • Granskingarúrslit viðvíkjandi tøkni í støddfrøðiundirvísing.
  • GeoGebra, skilvísa hugsan og undirvísingarmøguleikar.
  • Uppgávur og uppgávuskapan, ið gagnnýta GeoGebra-møguleikar.
  • Ástøði um tólskapan og ástøði um semiotiska mediering. 

Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði og felags orðaskifti. 

Málbólkur: Støddfrøðilærarar - serliga fólkaskúlalærarar. 

Førleikakrøv: Einki krav, tó er grundleggjandi vitan um GeoGebra ein fyrimunur. 

Fyrireiking: Luttakarar skulu hava teldu við GeoGebra við á skeiðið. 

Undirvísing/lærari: Ingi Heinesen Højsted
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
20. okt. 2020 - 21. okt. 2020 kl. 09.00-15.00