Nr. 2627-17
Endamál: At brynja lærarar í lívfrøði at undirvísa meira verkliga í samsvari við nýggja lívfrøðitilfarið, nýggju námsætlanina og nýggja próvtøkuháttin.
Innihald:
- Faklig innleiðing í hvussu verkstovuroyndir styrkja undirvísingina í lívfrøði.
- Stuttar praktiskar royndir (t.d. mikroskopering, dissekering og blóðsukurmáting).
- Didaktisk tilgongdir um, hvussu vit nýta verkstovuarbeiði í skúlastovuni.
Arbeiðshættir:
Framløgur og praktiskar royndir.
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum, ið undirvísa í lívfrøði.
Fyrireiking:
Vit taka støði í nýggja lívfrøðitilfarinum, sum er á talgilda pallinum hjá Námi: livfrodi.portal.nam.fo
Undirvísing:
Fríða Eysturoy og Petur Mohr Samuelsen, lívfrøðilærarar á Skúlanum á Fløtum.
Stað:
Skeiðið verður á Skúlanum á Fløtum