Nr. 2223-155
Eykaskeið: Grundskeið um IntoWords (kl. 13-16)
Endamál:
Á skeiðinum fáa luttakararnir innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir í IntoWords, so teir verða førir fyri at nýta amboðið í gerandisdegnum, bæði í skúlanum og á arbeiðsplássinum
Endamálið við skeiðinum er, at IntoWords gerst ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta skal hjálpa luttakarunum at loysa lesi- og skriviuppgávur skjótari og betri, sum eina jaliga ávirkan á arbeiðsgleðina og arbeiðsvirkni. Harumframt verða lærarar førir fyri at vegleiða næmingum í IntoWords.
Innihald:
- Mannagongdir til stavi- og skrivihjálp
- Mannagongdir til lesing og fatan
- Yrkisgreinar og yrkisorðalistar til ávís størv og fakøki
- IntoWords á snildfon
Skeiðssnið:
Fyrilestur og sjálvstøðugt arbeiði við teldu
Málbólkur:
Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærara
Fyrireiking:
Neyðugt er at hava teldu við til skeiðið. Annars eingin fyrireiking.
Undirvísing/lærari:
Bjarne Isager ella Dorte Brandborg (Vitec)