Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2021-14
Filmur sum fakdidaktiskt og tvørfakligt amboð (nýggj dagfesting)
Endamál:
At geva luttakarunum innlit í fakdidaktisku møguleikarnar við filmsgreining. Fakliga og tvørfakliga, ástøðiliga og verkliga.
Innihald:
Arbeitt verður lutvíst við ítøkiligari filmsgreining av úrvaldum filmum og lutvíst við filmi í einum breiðari tekstligum og tvørfakligum høpi. Dentur verður serliga lagdur á arbeiðið við stuttfilmum, dokumentarfilmum og videoløgum.
Skeiðssnið: Stuttir fyrilestrar um greiningarhugtøk, filmsgreinirnar stuttfilm, dokumentarfilm og videoløg. Bólkaarbeiði við t.d. greining av ítøkiligum filmsbrotum og ger av longri samanhangandi undirvísingargongdum.
Málbólkur: Miðnámsskúlalærarar í føroyskum og øðrum lærugreinum, sum arbeiða við filmi.
Fyrireiking: Kunning kemur seinni, tá skeiðið nærkast
Undirvísing/lærari: Páll Isholm
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
07. jan. 2021 - 08. jan. 2021 kl. 09.00-15.00
07. jan. 2021 - 08. jan. 2021 kl. 09.00-15.00