Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at geva íblástur til næmingaframleitt tilfar í føroyskum. Dentur verður lagdur á ástøði, og hvussu undirvísingartilfar kann mennast í samstarvi við næmingar.
Innihald
Á skeiðnum verður arbeitt bæði praktiskt og teoretiskt við undirvísingartilfari:
- Sára Mrdalo greiðir frá, hvussu hon ger undirvísingartilfar saman við næmingunum, har dentur er lagdur á at skriva og tekna um gerandisløtur og nær-umhvørvið hjá næminginum.
- Pálin Olsen sigur frá ástøði, sum samsvarar við undirvísingartilfarið, sum Sára ger við sínum næmingum.
- Luttakarar sleppa sjálvir at royna seg við undirvísingartilfarinum.
Skeiðið leggur dent á samanspælið millum ástøði og praksis og gevur rúm fyri fakligum práti og vitanardeiling.
Málbólkur:
Lærarar í føroyskum í 1. og 2. flokki
Lærarar í føroyskum í 1. og 2. flokki
Sára Mrdalo og Pálin Olsen, lærarar.