Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-53
At ferðast á netinum
Undirvísingartilfar
Endamál:
At geva lærarum vitan, førleikar og hugskot til undirvísing í talgildisbúgving í miðdeild.
Innihald:
Á skeiðnum verður dentur lagdur á ábyrgd á netinum, krøv til skilagóðan atburð og at tryggja sítt privatlív. Lærarar fáa innlit í undirvísingartilfarið "At ferðast á netinum", ið er bygt upp av seks táttum:
- Ábyrgdarringarnir
- Picture Perfect
- Trygg loyniorð
- Orð hava vald
- Happing á netinum
- At finna javnvág í mínari miðlanýtslu
Í tilfarinum eru ítøkilig hugskot og leiðbeiningar um talgildisbúgving í undirvísingini í ymsum lærugreinum. Harumframt er ein heimasetningur til hvørt evni, ið næmingar kunnu gera saman við foreldrum/vaksnum.
Skeiðssnið:
Framløgur, orðaskifti og samstarv.
Málbólkur:
SSP-lærarir og lærarir við ynski um at undirvísa í talgildisbúgving.
Undirvísarar:
Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
04. okt. 2022 kl. 09.00-15.00
04. okt. 2022 kl. 09.00-15.00