Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-032
Talgild amboð í verki
Hvussu kunnu vit brúka talgild amboð í undirvísingini?
Endamál: At geva lærarum innlit í og íblástur til undirvísing við O365 (t.d. OneNote, Sway, PowerPoint) og øðrum nettøkum amboðum, ið stuðla læringini hjá næmingunum.

Innihald: Vit koma út á skúlarnar at halda skeið eftir ynski, og taka støði í undirvísingarstøðuni á staðnum. Hetta skeiðið verður innihaldsliga skipað í neyvum samstarvi við skúlan. 

Byrjað verður við ástøðiligari kunning um ymisk amboð, og hvussu hesi kunnu ríka undirvísingina og stuðla læringina hjá næmingunum. Greitt verður frá talgildum hentleikum og fakdidaktiskum ivamálum, ið vit mugu taka fyrilit fyri í undirvísingini. Síðani verður tíð sett av til at royna ymsu amboðini í verki og til í felag at menna ítøkiligar undirvísingargongdir. Lærarar fáa við hesum ein talgildan amboðskassa, ið kann stuðla undirvísingini. 

Skeiðssnið: Framløgur og bólkarbeiði. 

Málbólkur: Lærarar í mið- og hádeild fólkaskúlans. 

Førleikakrøv: Eingi serlig førleikakrøv, men atgongd til O365 er ein fyrimunur. Um hetta ikki er klárt, hjálpir Nám við at fáa hetta í rætt lag. 

Undirvísing: Tóri Slættalíð og Heini Nygaard, kt-ráðgevar í Námi. 

Tíð: Talan kann vera um dagsskeið (6 tímar) ella hálvdagsskeið (3 tímar). Tíðspunkt eftir avtalu. 

Luttakarar: Eru fáir luttakarar, samskipa vit soleiðis, at luttakarar kunnu luttaka á skeiði á øðrum skúla. 

Fyrispurningar um innihald og tíð skulu sendast til Tóra Slættalíð á tori@nam.fo ella Heina Nygaard á heini@nam.fo.