Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-03
Byrjanarlesing - Súlan
Endamál:
At menna læraran í byrjanarlesing og -stavseting - bæði ástøðiliga og verkliga. Víst verður á, hvørjar námsfrøðiligar hugsanir tilfarið Súlan er grundað á. Málið er, at lærarar fáa vitan um, hvat ið er týdningarmest, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava.
Innihald:
Við atliti at súlutilfarinum verður greitt frá byrjanarundirvísing í lesing og staving. Hvørji lesisjónarmið byggir tilfarið Súlan á, og hvussu er tilfarið ætlað at verða brúkt?
Ein partur av skeiðinum er um lesiástøði:
- Hvat hevur týdning, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava?
- Lesimenningin
- Tekstir í fyrstu lesifrálæruni
- Stavimenningin m.a. við støði í Lær teg at stava 1 og 2
- Fyribyrgjandi undirvísing. Hvussu kunnu vit arbeiða við teimum, sum hava trupult við at læra at lesa?
- Komið verður inn á lesitestir í byrjanarlesingini
- Súluspølini: Hvussu kunnu spølini verða brúkt í undirvísingini
- Greitt verður frá, hvussu fyrsta lesingin kann verða næmingalagað
- Hvussu stuðla foreldrini best lesingini heima?
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa børnum í lesing á byrjanarstøði.
Undirvísing:
Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, rithøvundar, masterútbúgving í lesi- og skrivididaktikki, diplomútbúgving í sernámsfrøði og orðblindaútbúgving.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
05. sep. 2022 - 06. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
05. sep. 2022 - 06. sep. 2022 kl. 09.00-15.00