Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-02
Skúlaleikir
- skapa felagsskap og rørslugleði fyri øll.
Endamál:
At geva ítróttarlærarum innlit í, hvussu átakið Skúlaleikir verða skipað, innlit í kappingarleistin, reglurnar og upplæring í undirvísingartilfarinum, sum er ment til Skúlaleikir.
Innihald:
Skúlaárið 2021/22 standa Skúlaleikir 4. og 5. flokki í boði. 4. floksnæmingar fara at royna seg í frælsum ítrótti og flogbólti, og í 5. flokki verða tað inniróður og badminton. Í báðum førum verður dentur lagdur á spæl og felagsskap.
Skúlaleikir eru hugsaðir, sum eitt átak, sum skal geva lærugreinini ítrótti og lærarunum íblástur og fakliga sparring - uttan at krevja nakað eyka av læraranum ella skúlanum. Luttøkan í Skúlaleikum byrjar við, at lærarin luttekur í hesum skeiði á Námi, har lærarar fáa undirvísing og upplæring í tilfarinum og teimum mest grundleggjandi venjingunum.
Um áhugi er, bjóða sersambondini seg at koma út á skúlarnar í ein tíma at leggja lag á, og síðani bjóða tey flokkunum til lokalar stevnur, har allir flokkar sleppa at vera við og royna seg saman við næmingum frá øðrum skúlum. Kommunurnar standa fyri ferðaútreiðslum til næmingarnar í egnari kommunu í sambandi við luttøku á Skúlaleikum.
Skeiðssnið:
Fyrilestur, gjøgnumgongd av nýggjum undirvísingartilfari og dømi um ítøkiligar venjingar.
Málbólkur:
Ítróttarlærarar í 4. og 5. flokki og onnur áhugað.
Fyrireiking: Meira kann lesast um Skúlaleikir á www.skulaleikir.fo, og har ber eisini til at melda flokkar til.
Undirvísing/lærari:
1. Peter Morell, ráðgevi.
2. Umboð frá ÍSF, Fólkaheilsuráðnum og Fróðskaparsetrinum.
3. Umboð fyri ítróttargreinarnar frælsan ítrótt, flogbólt, inniróður og badminton.
4. Umboð frá Parasport.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám
30. aug. 2021 kl. 09.00-15.00
30. aug. 2021 kl. 09.00-15.00
31. aug. 2021 kl. 09.00-15.00