Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-19
Skúlatelving fyri byrjarar
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at geva lærarum, sum ikki frammanundan eru stinnir telvarar, neyðugu amboðini til at undirvísa í talvi á grundstigi.
Innihald:
Vit læra grundleggjandi talvreglur sum skák og mát og serligar reglur sum patt. Vit læra, hvussu vit eiga at byrja eitt talv, og hvussu vit kunnu vinna, tá ið fá fólk eru eftir á borðinum. Undirvísingin leggur dent á uppgávuloysing. Eisini tosa vit um, hvussu undirvísingin kann leggjast til rættis og um hent amboð og tilfar.
Skeiðssnið:
Fyrilestur, bólkaarbeiði og uppgávuloysing.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa ella ynskja at undirvísa í talvi, men ikki eru talvkønir.
Undirvísari:
Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi.
Lektiónir: 10
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
03. okt. 2022 kl. 09.00-15.00
03. okt. 2022 kl. 09.00-15.00
06. okt. 2022 kl. 09.00-13.00