Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-09
Skúlaleikir
- felagsskapur og rørslugleði fyri øll
Endamál:  
At geva ítróttarlærarum innlit í, hvussu átakið Skúlaleikir verða skipað, innlit í kappingarleistin, reglurnar og upplæring í undirvísingartilfarinum, sum er ment til Skúlaleikir.

Innihald:  
Skúlaárið 2022/23 standa Skúlaleikir 4. 5. og 6. flokki í boði. 4. floksnæmingar fara at royna seg í frælsum ítrótti og flogbólti, og í 5. flokki verða tað inniróður og badminton. Í 6. flokki eru kurvabóltur og rørslumegi, sum er ein skúlaítrótt, sum byggir á crossfit-venjingar. Á øllum floksstigum verður dentur lagdur á spæl og felagsskap. 

Skúlaleikir eru hugsaðir, sum eitt átak, sum skal geva lærugreinini ítrótti og lærarunum íblástur og fakliga sparring - uttan at krevja nakað eyka av læraranum ella skúlanum. Luttøkan í Skúlaleikum byrjar við, at lærarin luttekur í hesum skeiði á Námi, har lærarar fáa undirvísing og upplæring í tilfarinum og teimum mest grundleggjandi venjingunum.
 
Um áhugi er, bjóða sersambondini seg at koma út á skúlarnar í ein tíma at leggja lag á, og síðani bjóða tey flokkunum til lokalar stevnur, har allir flokkar sleppa at vera við og royna seg saman við næmingum úr øðrum skúlum. Kommunurnar standa fyri ferðaútreiðslum til næmingarnar í egnari kommunu í sambandi við luttøku á Skúlaleikum.

Skeiðssnið
Fyrilestur, gjøgnumgongd av nýggjum undirvísingartilfari og dømi um ítøkiligar venjingar. 

Málbólkur
Ítróttarlærarar og onnur áhugað.

Fyrireiking:
Heitt verður á ítróttalærarar um at melda sín flokk til Skúlaleikir 2022/23 á www.skulaleikir.fo.

Undirvísing: 
Umboð frá ÍSF, Fróðskaparsetrinum og Fólkaheilsuráðnum, og umboð fyri ítróttargreinarnar kurvabólt, rørslumegi, frælsan ítrótt, flogbólt, inniróður, badminton og parasport 
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
13. sep. 2022 kl. 09.00-15.00