Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-111
Mennandi sálarfrøði
- innføring í at arbeiða við bókini
Endamál: At geva luttakarunum innlit í bókina Mennandi sálarfrøði og hugskot at arbeiða við støði í bókini.

Innihald: Greitt verður frá við støði í bókini Mennandi sálarfrøði. Dentur verður lagdur á, at venjing, ágrýtni og hugsavning er lykilin til at læra. Luttakarar fáa innlit í, hvussu heilin virkar í eini læringargongd, og viðkomandi hugtøk verða lýst, so sum treystleiki, Grit og bjartskygni.
Nógv geva skarvin yvir, tá tey møta mótstøðu, meðan onnur styrkjast av mótstøðuni. Hugtøkini omanfyri lýsa, hví so er. Treystleiki er ein sálarligur førleiki, sum kann venjast, og sum hjálpir okkum at handfara strongd, mótburð, avbjóðingar og at ansa eftir okkum sjálvum. Grit lýsir í stuttum, hví nakrir næmingar klára seg betur enn aðrir í skúlanum og lívinum sum heild. Talan er ikki um IQ, men um evnini at seta egin áhugamál til viks og at kýta seg fyri at røkka einum máli. Bjartskygni snýr seg um, hvussu ein tulkar tær støður, komið verður í. Tveytalið kann tulkast sum úrslit av, at næmingurin ikki havi fyrireikað seg nóg væl men kann bøta uppá tað til næstu ferð, ella sum eitt úrslit av, at næmingurin einki dugir og einki kann gera fyri at bøta um støðuna. Tulkingin hevur stóra ávirkan á lívið. 

Skeiðssnið: Framløgur og kjak. 

Fyrireiking: Luttakarar skulu gjarna hava blaðað í bókini Mennandi sálarfrøði.

Undirvísing: Ann-Britt Fríðheim Mortensen, sosialráðgevi, mediator og Master of Positive Psychology og Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og stud. cand psyk.

Málbólkur: Lærarar, námsfrøðingar og miðnámsskúlalærarar.

Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
13. nov. 2018 - 15. nov. 2018 kl. 09.00-15.00