Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-315
Ingmar Bergman
Identitetur og dualitetur

Endamál: Við støði í filminum Persona (1966) at kunna um filmsgerðina hjá víðagitna svenska filmsleikstjóranum Ingmar Bergman (1918-2007).

Innihald: Á skeiðnum verður fyrst hugt eftir filminum Persona (84 min) eftir Ingmar Bergman. Síðan verða høvuðstemu í filminum viðgjørd: samleiki - samspælið millum sjálvsmynd, leiklutir, vit átaka okkum í sosialum høpi, og ótilvitskuna, har ein dualitetur ræður, og tørvur, heldur enn skynsemi, setur dagskránna - verður viðgjørdur við filmsmáli leikstjórans sum grundarlagi, bæði dramaturgiskt og visuelt. Menniskjan í tvíningum millum ideal og verðsliga heimin verður eisini viðgjørd.
Skeiðið verður hildið í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan Ingmar Bergman varð borin í heim.

Skeiðssnið: Sýning av filminum Persona (1966) við fyrilestri.

Málbólkur: Lærarar í miðnámsskúlum.

Fyrireiking: Hyggja eftir filminum Viskningar och rop (1972).

Undirvísing: Anton Petersen, filmsleikstjóri.


Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
20. nov. 2018 kl. 09.00-15.00